Kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu er samtykt av bygdarráðnum tann 14.06.2021 og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit, frá 16.08.2021 til og við 07.09.2021.
Broytingarnar eru:
Á Válinum
- Partur av verandi øki E, neyst og bátapláss broytt til øki D, havnaøki. Broytingin fevnir um matrikul 381a.
- Øki D, havnaøki og øki E, neyst og bátapláss verða víðkað, deilvís á landi og út á vágna.
- Øki J, landbúnaður o.a. verður til øki E, neyst og bátapláss. Broytingarnar fevna um matriklarnar 377a, 381a og 180a.
- Trýst her fyri at síggja broyting á Válinum
Á Stykkinum
- Partur av øki J, landbúðnaður o.a. verður lagt afturat øki B, bústaðarøki. Broytingarnar fevna um matriklarnar 144a, 137, 205 og 201a.
- Trýst her fyri at síggja broyting á Stykkinum
Í Leynum
- Partur av øki J, landbúðnaður o.a. verður lagt afturat øki B, bústaðarøki. Broytingarnar fevna um matriklarnar 7a og 80a.
- Trýst her fyri at síggja broyting í Leynum
Í Kollfjarðardali
- Partur av øki J, landbúðnaður o.a. verður til øki C, Vinnu og ídnaðarøki. Broytingin fevnir um matrikul 80a, á Hvilt í Kollafjarðardali.
- Trýst her fyri at síggja broyting í Kollfjarðardali
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni, opið er mánadagar kl. 10:00 til 15:00 og hósdagar kl. 13:00 til 15:00.
Broytingaruppskotið liggur eisini frammi á heimasíðuni kvivik.fo.
Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send kommunustýrinum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum.