Nú stundar til kirkjuráðsval, har høvið verður at velja nýtt kirkjuráð.
Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.
Av tí, at talið av limum í kirkjusóknini er undir 500, er ikki krav at hava val. Men koma fleiri listar inn, so verður val.
Valið er sett at vera 2. november.
Møguleiki er at gera ein valevnislista, og skal hesin verða formanninum í valstýrinum, Knud Simonsen, í hendi í seinasta lagi kl. 17 mánadagin tann 20. september.
Í mesta lagi níggju nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum.
Valevnini skulu skriva undir listan, og í minsta lagi trý og í mesta lagi fimmogtjúgu veljarar i kirkjusóknini skriva undir sum stillarar. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð.
Serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá.