Fríggjadagin 1. oktober var "Ruth", nýggjasta, størsta og mest framkomna fiskiskipið í danska fiskiflotanum, á víkini, har skipið varð signað og heilsaði kvívíkingum.
Tað er kvívíkingurin Gullak Arngrímsson Madsen, sum er eigari av hesum stásiliga fari.
Kvívíkar kommuna ynskir eigaranum bestu eydnu við nýggja skipinum.