Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Kommunan hevur hin 20. oktober 2021 givið Norðurhaga v/Karstin Wang tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til 20. november 2021 niðanfyri landsvegin niðan úr Gassádali matr. nr. 403 í Kvívík.

Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kunngerð um taðing (logir.fo)