Kvívíkar kommuna søkir lærling til húsavørð at byrja 3. januar 2022.

Kvívíkar kommuna hevur fleiri bygningar at halda, so sum skúla við svimji- og fimleikahøll, barnagarð, skrivstovubygning, brandstøð/verkstað og fleiri aðrar smáar bygningar. Eisini hevur Kvívíkar kommuna ein virknan grønan orkupolitikk, sum kommunan arbeiðir miðvíst við.

 

Húsavørður

Húsavørðurin er andlit og hendur hjá Kvívíkar kommunu úteftir og hevur nógv samskifti við aðrar handverkarar og onnur starvsfólk hjá kommununi. Húsavørðurin ger vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum. Tá ið størri umvælingar verða gjørdar, samskipar húsavørðurin hetta við aðrar handverkarar.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/ur, álítandi og røkin, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni og ikki ræðist broytingar. Eisini at tú hevur tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, teknisk¬um skipanum og hug at læra um tænastu, umsiting og viðlíkahald. Gott er, um tú hevur góðar telduførleikar, fólkaskúlaprógv og koyrikort.

 

Vit bjóða tær

Eitt áhugavert og spennandi starv, har eingin dagur er líka og eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum lærutíð og uppihald á skúla í Danmark. Ynskiligt er, at tú byrjar 3. januar 2022.

 

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu sendast á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.. Freistin at søkja er 01.12.2021.

Kunning um Kvívíkar kommunu sæst á kvivik.fo

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til leiðaran fyri tøknina, Joen Jacob Andreasen, tlf. 292423.