Nú verða Koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna).

Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna kunnu fara undir at kanna sínar borgarar fyri korona í Vestmanna skúla.

Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so vit kunna basa korona í okkara bygdum og koma har til, at vit øll kunnu fáa ein vanligan dagligdag aftur og ikki minst, eini koronafrí jól.

Lat okkum nú í felag basa korona og fylgja teimum tilmælum sum eru sett í verk.

Bílegging fer fram á korona.fo

Longu nú er gjørligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin 26. og sunnudagin 28. november 2021 klokkan 17:00 - 19:00.

 

Vinarliga

Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna