Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

22.12.2020 varð sáttmálin millum Sp/f Grettir og Kvívíkar kommunu undirskrivaður.

Arbeiðið fór í gongd fyrst í 2021. Arbeiðið hevur gingið væl, men hevur verið tarnað av koronu og nógva kavanum, sum lá síðsta vetur. Arbeiðið er væl frágingið og varð avhendað uttan manglar 1. desembur.

Kvívíkar kommuna takkar Sp/f Grettir fyri eitt valaverk. Væntandi verður útbjóðing av næsta byggistigi, sum er sjálvur bygningurin, klárt at bjóða út tíðliga á vári 2022.