Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Erik Heinesen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 15. mars 2022. Í "Frammanfyri húsini" við matr. nr. 80a í Leynahaga. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.
Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Dánjal Petur Müller tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 15. mars 2022. Í "Útihaga" við matr. nr. 404a í Kvívíkshaga. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.
Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Norðurhaga v/Karstin Wang tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til 15. marts 2022 niðanfyri landsvegin niðan úr Gassádali matr. nr. 403 í Kvívík. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.