Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

20220608 133019

 

Í dag 16. juni verður Julian Mikkelsen 90 ár. Kvívíkar kommuna ynskir at senda honum eina heilsan á degnum.

Julian Mikkelsen býr í Kvívík, men er ættaður úr Sørvági. Julian hevur í samfull 22 ár røkt og hildið "Útgrevsturin" við líka. Hetta hevur Julian gingið høgt uppí og gjørt tað til fulnar. Útgrevsturin hevur staðið sum eitt prýði fyri bygdina, sum nógv fólk hava vitjað. Kvívíksingar eru stoltir av hesum vakra staði. Julian hevur røkt starvið fyri Kvívíkar kommunu. Nú hann er vorðin 90 ár hevur hann valt at siga starvið frá sær.

Kvívíkar kommuna vil takka Juliani fyri tíðina, hann hevur røkt starvið, og ynskir Juliani hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Julian fer at halda dagin saman við familjuni, og vónandi fáa tey ein góðan dag saman.

 

20220608 133128