Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Fríggjadagin 1. juli varð hátíðarhildið, at tað eru 25 ár síðani, at Kvívíkar kommuna læt upp dagstovn á fyrsta sinni.

Fyrsti dagstovnurnin var í lærarahúsunum á Víkarvegnum. Har helt stovnurin til heilt fram til juli í 2010.
Í 2008 gjørdi bygdaráðið av at fara undir at byggja nýggjan dagstovn, tí gamli stovnurin nøktaði ikki tørvin.
Í juli í 2010 læt Áarlon upp. Ein snotiligur bygningur, sum bæði børn, foreldur og starvsfólk gleddust um.

 


Tvey av starvfólkunum eru enn í dag í starvi á stovninum. Tað eru systrarnar Lydia og Solveig.
Tær hava verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu øll hesi árini og væl meir enn tað. Fyrst sum dagrøktarmammur og síðan á dagstovninum.
Á samkomu í Áarlon fríggjadagin vórðu tær báðar heiðraðar fyri trúgva tænastu.
Borgarstjórin helt røðu fyri teimum og segði millum annað:
“Tit eru systrar og líkar í nógvar mátar og um tykkum kann sigast, at tit eru trúfastar, álítandi og samvitskufullar.
Ongantíð bangnar fyri at “taka fatt” – tykkara partur liggur ikki eftir. Gull verdar... ikki minst, tá yngri, óroynd starvsfólk byrja í Áarlon.
Við tykkara nógvu og drúgvu praktisku royndum, sum tit hava givið víðari til nýggju starvsfólkini. Ikki bara tosað – men virkað.
Ganga ikki runt og brúka stór og fín orð, men vísa sínar dygdir í verki.
Kvívíkar kommuna virðismetir tykkara íkast, tykkara trúfesti, tykkara ídni og tykkara samvitskufulla arbeiði sera høgt."

Eisini hildu starvsfelagar og dagstovnaleiðarin røðu fyri teimum.

 

Solveig og Lydia