Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Bygdaráðið hevur samtykt at taka kajhúsið á Válinum niður.
Húsið er í vánaligum standi, og kommuna ynskir ikki at gera ábøtur á húsið. Tað er ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger.
Tí er avgerð tikin um, at húsið skal takast niður nú.

Kvívíkar kommuna er vitandi um, at ymist er inn í húsinum, sum borgarar eiga. Viðkomandi eigarar verða bidnir um at taka tað út, sum ein eigur.
Hetta skal verða gjørt áðrenn 1. oktober 2022. Tá verður fari í holt við at taka húsið niður.

Kvívíkar Kommuna