Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða
undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:
Streymnes: Burn venjingarmiðstøðin við Margáir
Mánadag og hósdag kl. 10:30 – 12:00
Byrjað verður mánadagin 5. september 2022
Vestmanna: Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum
Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00
Byrjað verður týsdagin 6. september 2022.
Kostnaður og gjaldstreytir
Borgarin rindar til Burn Fitness:
• kr. 199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
• Kr. 249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.
• Kr. 199 Stovningargjald (eingangsgjald)
Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.
Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum,
venjingarhølini eru opin.
Flutningur
Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast
við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn
og bústað. Eisini kann fráboðan um flutning sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..