Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

9. januar vóru 25 ár, síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.

Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 ár í hesum starvi,
hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum. Frá 2008 – 2012 varð
Magnus eisini í bygdaráðunum. Í mai 2022 varð Magnus settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.

Dagurin er hátíðarhildin í dag við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni
hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Magnusi blómur og eina gávu.

Kvívíkar kommuna ynskir Magnus hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.