Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

 

Nú fáa borgarar í Kvívíkar kommunu atgongd til fleiri talgildar tænastur á Vanganum. Hetta er eitt stórt framstig fyri borgaran, sum fer at viðføra at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari.

Kvívíkar kommuna legst afturat tænastuveitarunum á Vanganum. Fyri borgararnar í kommununi merkir hetta, at tey kunnu fara inn í Vangan at m.a. boða frá flyting, søkja um dagstovnapláss, byggiloyvi og annað. Tað er ein fyrimunur at umsóknirnar ganga umvegis Vangan, tí samskiftið í Vanganum er bæði lættari og skjótari. Á Vanganum hevur borgarin harafturat møguleika, at fylgja við viðgerðargongdini og síggja nær eitt mál er liðugt viðgjørt.

Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen, fegnast um at tað verður lættari bæði hjá borgara og umsiting. Í Kvívíkar kommunu er 5 bygdir, sum liggja spjaddar. “Við Vanganum kann kommunan nú veita eina einsháttaða tænastu til allar borgarar, óansæð hvar borgarin er staddur.” sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.

Í Kvívíkar kommunu fegnast vit um samstarvið við Talgildu Føroyar, og møguleikan at luttaka í felags tilgongdini saman við hinum kommununum.

Rita inn á Vangan her.