Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Herluf

Í gjár 1. mars hevði Kvívíkar kommuna eina hugnaløtu fyri Herluf, sum fer frá fyri aldur. Herluf hevur í nógv ár havt eftirlit við almennu vesunum í Kvívík. Hann hevur trúliga passað hesi hvønn dag.

Men nú heilsan er farin at bila og árini eru komin, ber ikki so væl til hjá honum at røkja hetta starv longur. Herluf hevur tí valt at siga starvið frá sær.

Dagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgnum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Herluf blómur og eina gávu.

Kvívíkar kommuna vil takka Herluf fyri tíðina, hann so trúliga hevur haft eftirlit við almennu vesunum í Kvívík. Kommunan ynskir Herluf blíðan byr og alt tað besta.