Ein spennandi og hendigarík vika er farin aftur um bak. Ein heil vika, har ymiskt hevur verið á skránni fyri allar aldursbólkar. Vit hava verið á ferð afturi í tíð við fyrilestri, myndum og filmaðum sjónleiki. Vit hava verið á vitjan á ymisku stovnunum og bygningunum hjá kommununi, har tónleikur, framløgur, søgur og køkur hava verið karmur um tiltøkini.
Somuleiðis hava IPG savnið og ymisk søla eisini havt opið. Eitt frálíkt tiltak, sum fyriskipararnir eiga alt rós uppiborið fyri at taka stig til og at standa á odda fyri. At hava eina heila viku fulla av ymiskum tiltøkum, sum raka breitt, so allir aldursbólkar verða undirhildnir, er ikki bara bara.
Stóra takk øll tit, fyriskiparar og hjálparfólk, sum gera, at slíkt er møguligt at fáa upp at standa. Vit gleða okkum til næsta ár.
Myndir frá vikuni, eru at síggja her
Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini