Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Skráin fyri Várdagarnar endaði í Glæmuni við eini spennandi framløgu av skitsuuppskoti av “Nýggju Glæmuni,” ið nevndin fyri verkætlanini hevði biðið ZETA Arkitektar standa fyri.

Sløk 100 fólk møttu upp til at síggja hesa forvitnisligu tekning. Heini Holm bjóðaði vælkomin og beyð fólki at fáa sær køku og kaffi til framløguna. Síðani fekk Ragnar Zachariassen orðið og brúkti ein góðan hálvan tíma at greiða frá verkætlanini og sýndi ein lítlan “film”, har ein kundi ímynda sær húsið.

Aftaná kundu fólk koma við viðmerkingum og spurningum, og dúgliga varð spurt. Heini endaði við at bjóða fólki at tekna seg sum lim í nýstovnaða felagnum, og nýttu 45 fólk henda møguleikan. 

Nevndarlimirnir í nýstovnaða felagnum “Nýggja Glæman” eru:

Heini Holm, formaður

Hans Jóhann Sørensen, næstformaður og umboðandi kommununa

Eyðun Lisberg, kassameistari

Randi Jacobsen, skrivari

Marjun Biskupstø, nevndarlimur 

Kunngjørt varð eitt kontonummar, har fólk kunnu flyta pengar inná, um tey ynskja at stuðla. Pengar kunnu flytast á konto í Bank Nordik 6460-639.931.5

glaman2glaman3