Í komandi viku er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at fara at byrja arbeiðið at gera kloakkina lidna í Kvívík. Tað fyrsta, sum farið verður í holt við, eru húsini, sum liggja ímillum Áarvegin og Víkarvegin.

Tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at grivið verður í Áarvegin, og eitt reinsiverk verður lagt niður í vegin. Staðið, har reinsiverkið skal setast í jørðina, er heimrust "Niðri á Túni" matr. nr. 305. Eisini skal leiðingin tvørtur um ánna gerast liðug.

Byrjað verður við húsunum, sum eru niðast, síðan verður arbeitt niðanfrá. Meðan arbeiðið verður gjørt, er Áarvegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring.

Ætlani er, at arbeiði skal byrja í komandi viku, og væntandi fer arbeiðið ikki at taka so langa tíð. Tað er tó ikki til at vita, hvørja forðingar kunnu vísa seg at fara at vera, meðan arbeiðið verður gjørt. Kommunan hevur gjørt avtalu við eina fyritøku um at gera arbeiðið.

Kvívíkar kommuna vónar, at borgarin fer at bera yvir við, at forðingar fyri ferðslu - bæði koyrandi og gangandi - verða í økinum, meðan arbeitt verður.