Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Árligi ruddingardagurin hjá Kvívíkar kommunu, verður leygardagin 13. mai 2023. Vit fara at fríðka um í bygdunum, og vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.

Kvívíkar kommuna heitir á tykkum um at seta kross í kalendarin og møta fjølment til ruddingardagin 13. mai.

  • Byrjað verður við morgunmati klokkan 09.00 í Glæmuni í Kvívík, skúlanum í Leynum og á Válinum verður møtt niðri í bátahylinum har telt er sett upp. 
  • Bygdafólkið á Skælingi og á Stykkinum møta eisini í skúlanum í Leynum. 
  • Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur á somu økjum, til suppu og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.

ruddingardagur 2023