Arbeiðið við at gera kloakkina í Áarvegnum gongur væl. Reinsiverkið er lagt niðurí, og longu nú eru nøkur hús bundin í.
Tað næsta sum fari verður í holt við, verður av brúnni og fram við útgrevstrinum. Av tí sama, er vegurin á Túni stongdur fyri gjøgnumkoyring. Á viðløgdu mynd, sæst hvar ikki kann koyrast. Meðan vegurin er stongdur um brúnna, verður ikki einvegis koyring á Túni.