Nú stundar summarið til, og stevnur og festivalar stinga seg upp ymsastaðni. Kvívíkar kommuna hevur ætlanir um at fara at skipa fyri tí vælumtókta jóansøkubálinum á Leynasandi aftur í ár. Tiltakið verður fríggjadagin 23. juni. Í fjør var einki tiltak, tí sandurin var burtur. Vónandi fer hann ikki at rýma í ár, so vit fara at fáa ein góðan dag á sandinum. Eins og hini árini verður mangt á skránni. Har verður nógvur tónleikur, felagssangur, boingbóltar og okkurt undirhald verður eisini til børnini.
Um onkur hevur áhuga í at selja okkurt til matna, verður hetta eisini ein møguleiki. Kommunan fer at veita streym og seta eitt telt upp til hetta endamál. Freistin at boða kommununi frá, um tú ætlar tær at selja okkurt, er 01/6-23 við t-posti á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella við at ringja á nummar 223356.