Hvítusunnuaftan 27. mai og 2. hvítusunnudag 29. mai 2023 er ruskplássið stongt.

Mánadagin 2. hvítusunnudag kl. 12.00 verður felags útiguðstænasta fyri alt prestagjaldið í prestagarðinum í Kvívík.

Vestmanna hornorkestur luttekur, Djóni Nolsøe Fischer spælir bass, og vit hoyra eina hvítusunnusøgu. Prestar eru Maria Jørðdal Niclasen og Steintóra Gleðisheygg Joensen. Kirkjuráðið í Kvívík bjóðar drekkamunn aftaná guðstænastuna.

Ókeypis bussar fara frá kirkjuni úr Kollafirði og kirkjuni í Vestmanna kl. 11.30. Bussarnir koyra eisini heimaftur. Eingin guðstænasta er í hesum kirkjum henda dagin.

Vit heita á fólk um at lata seg væl í og hava okkurt við at sita á. Stólar eru tøkir til tey, ið hava tørv á tí.

Um ikki viðrar verður guðstænasta í Kvívíkar kirkju. 

Kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi