Prestur: Maria Jørðdal Niclasen, tlf 237379.
Best er fyrst at ringja til prest fyri at vita, um kirkjan er tøk, tá ein ynskir jarðarferðina. Prestur avtalar eina tíð til samtalu við avvarðandi áðrenn jarðarferðina.
Gravarin/kommunan: Arbeiðsformaðurin, tlf. 292401
Líkbilur:
Haraldur S. Hansen, tlf. 513070
Sálmar
Tríggir ella fýra sálmar í kirkjuni og ein ella tveir á grøvini.
Ervi
Møguleiki er at hava ervið í Glæmuni.
Lýsing av andláti
Til ber at fara inn á kvf.fo. Undir ”andlát” kann sendast kunngerð av andláti. Hetta er ókeypis
Til jarðarferðina
Brúk er fyri organisti, dekni, klokkara, berarum og sangarum. Hesi skal ein seta seg í samband við og biðja um.
Prestur hevur yvirlit við nøvnum og telefonnr. hjá kirkjutænarum og sangarum.
Eftir jarðarferðina
Tey avvarðandi syrgja fyri, at tað verður gjørt reint í kirkjuni eftir jarðarferðina.